Verkstaður

Nordcar & Norðbil hava eitt framkomið bilverkstað við væl útbúnum fólki, seramboðum og dagførdum testarum til bilmerkini vit umboða. Mekanikarar og teknikarar eru á regluligum skeiðum, soleiðis at teir altíð hava dagførda vitan um okkara bilmerki. Dansk Teknologisk Institut hevur árligt eftirlit við amboðunum, soleiðis at tey altíð eru trygg og dagførd. Soleiðis arbeiða vit áhaldandi við at menna og halda eitt høgt tænastustøði á verkstaði okkara.

 

Verkstaður okkara hevur samstarv við føroysku tryggingarfeløgini, og taka vit ímóti bilum beinleiðis frá eigarunum ella umvegis sýnsmannin.

 

LEIGUBIL

Tørvar tær ein bil meðan bilurin er á verkstað? Nordcar hevur leigubilar til viðskiftafólk okkara. Leigubilarnir eru altíð væl skøddir og tryggjaðir. Prísurin á leigubilum er úr kr. 300,- um dagin.

 

BILHJÁLP

Um bilurin steðgar upp, ella á annan hátt ikki kann koyra á verkstað, ber til at ringja til Tórshavnar Sløkkilið á telefon 302100 ella Ansni á telefon 606060, fyri at fáa bilin fluttan á verkstað.

 

EFTIRLIT

Vit ynskja, at tú sum kundi sleppur undan óneyðugum umvælingum og trupulleikum. Tí mæla vit kundum okkara at koma til eitt árligt eftirlit - ella tá teldan í bilinum sigur frá at tíð er til eftirlit.

 

Tað eru umráðandi at halda eftirlitini, um tú ynskir at fáa sum mest burturúr tínum garanti. Gev gætur, at tað áliggur kundanum at seta seg inn í reglugerðina um skyldur kundans til eftirlit.