Verkstað & eykalutir

Verkstaðurin

Bilverkstaðið er framkomið við testarum og seramboðum til bilmerkini vit umboða. Mekanikarar og teknikarar eru á regluligum skeiðum, soleiðis at teir altíð hava dagførda vitan um okkara bilmerki. Dansk Teknologisk Institut hevur árligt eftirlit við amboðunum, soleiðis at tey altíð eru trygg og dagførd. Testararnir hava netsamband, sum tryggjar, at teir altíð eru dagførdir. Soleiðis arbeiða vit áhaldandi við at menna og halda eitt høgt tænastustøði á verkstaði okkara.

 

Okkara verkstaður hevur samstarv við føroysku tryggingarfeløgini, og vit taka ímóti bilinum bæði frá eigaranum sjálvum, ella umvegis sýnsmannin.

 

Eykalutir

Nordcar hevur orignalar eykalutir til merkini vit umboða. Umframt vanligar eykalutir, selja vit dekk, motorolju, frostvesku, bilsápu v.m. í leysasølu. Eru spurningar hesum viðvíkjandi eru tygum vælkomin at venda tær til okkara.

 

Leigubil

Nordcar hevur leigubilar til viðskiftafólk okkara. Leigubilarnir eru altíð væl skøddir og tryggjaðir. Prísurin á leigubilum er: kr. 300,- um dagin.

 

Bilhjálp

Um bilurin steðgar upp ella á annan hátt ikki kann koyra á verkstað, ber til at ringja til Tórshavnar Sløkkilið á telefon 302100, Ansni á telefon 606060 ella Bilrøkt á telefon 358888 og fáa bilin fluttan á verkstað.

 

Eftirlit

Vit ynskja, at tú sum kundi sleppur undan óneyðugum umvælingum og trupulleikum. Vit mæla tær tí til at koma til árligt eftirlit ella tá bilurin sigur frá at tíð er til eftirlit.

Tað hevur týdning at halda eftirlitini, um tú skal fáa sum mest burturúr tínum garanti. Gev gætur, at tað áliggur kundum at seta seg í tær reglur sum regulera hvørjar skyldur kundin hevur til árlig eftirlit.

 

BMW garanti

Tá tú keypir ein nýggjan BMW bil verður garanti veitt.  Vanliga verður skilt ímillum skrokkgaranti og lakkgaranti. Fyri skokkgaranti verður veitt 12 ár, meðan tað fyri lakkgaranti verður veitt 3 ár. Fyri restina av bilinum (fyri uttan vanligar slitdeilir) verður veitt 2 árs garanti.

 

Fiat garanti

Tá tú keypir ein nýggjan FIAT fart tú 24 mánaðar framleiðaragaranti, 36 mánaðar lakkgaranti og 8 áraa garanti móti rustgjøgnumtering innanífrá.

Mini garanti

Tá tú keypir ein nýggjan Mini bil verður garanti veitt.  Vanliga verður skilt ímillum skrokkgaranti og lakkgaranti. Fyri skokkgaranti verður veitt 12 ár, meðan tað fyri lakkgaranti verður veitt 3 ár. Fyri restina av bilinum (fyri uttan vanligar slitdeilir) verður veitt 2 árs garanti.

 

Alfa Romeo garanti

Tá tú keypir ein nýggjan Alfa Romeo fart tú 24 mánaðar framleiðaragaranti, 36 mánaðar lakkgaranti og 8 áraa garanti móti rustgjøgnumtering innanífrá.