Um Nordcar

NORDCAR

Tað eru meiri enn 10 ár síðani, at virksemið hjá Nordcar byrjaði. Nordcar selur í dag BMW, Fiat, Alfa Romeo, Mini Cooper, Fiat Professional, Isuzu, Jaguar og Jeep. 

Fyri Nordcar hevur tað nógv at siga, at viðskiftafólk okkara eru væl nøgd. Kundin skal merkja, at hann hevar alt at siga fyri okkara virksemi. Tí hava øll starvsfólkinin hjá Nordcar sett sær sum mál, at geva viðskiftafólki okkara eina góða tænastu, sum samsvarar við merkini vit umboða. Vit vilja veita viðskiftafólki okkara eina tænastu í serflokki, bæði tá tað viðvíkur sølu av bilum og umvælingum/eftirlitum. Okkara aðalmál er, at tá kundin er nøgdur, eru vit á Nordcar nøgd.
 

Mánadagin 4. nov. 2013 lat fyritøkan upp við nýggjum samleika. Fyritøkan heldur framvegis til á Smiðjugerði 4. Navnið er framvegis Nordcar, men hevur felagið fingið nøkur aðalmál sum starvsfólk okkara halda seg til.

 

Tað starvast millum 5 - 10 fólk hjá Nordcar, og stremba vit hvønn dag at veita kundum okkara ta bestu tænastuna.