Fígging til keyp av bil? Fáa svar eftir 2 tímum

Lyklaklár fígging

Lyklaklár fígging er fyri kundar, sum keypa nýggjan bil. Vit kunnu vegna teg søkja um fígging frá peningastovni meðan tú bíðar. Royndarkoyr bilin. Fáa tær ein kaffimun frá okkum. Innan tveir tímar fart tú svarið. Er svarið játtandi, verður lánið avgreitt á staðnum. Hetta er fígging, sum verður veitt hjá Nordcar í samstarv við Eik Banka.

 

Er svarið noktandi, kunnu vit møguliga leiðbeina teg soleiðis, at alternativ fígging fast.

 

Um bilfígging

Afturgjaldstíðin fyri ein nýggjan bil er mesta lagi sjey ár. Er talan t.d. um ein 2 ára gamlan bil, er afturgjaldstíðin í mesta lagi fimm ár. Rentan á billáninum er broytilig og verður m.a. sett eftir, hvussu stórt útgjaldið er. Fyri at fáa lægstu rentu, er neyðugt við 30% eginfígging.

 

 

Samleikaprógv: Hjá privatum er neyðugt at senda Eik Banka avrit av samleikaprógvi við mynd, sum t.d. koyrikort ella pass. Virkir skulu hava avrit av partafelags-tekningarútskrift frá Skráseting Føroya, ið er minni enn eitt ára gamalt.

 

Peningastovnar krevja ognarfyrivarni í bilinum. Tí verður kravt, at bilurin verður skrokktryggjaður, sum trygd fyri teirra láni.

Útgjald: Eik Banki krevur eitt minimum útgjald, ið svarar 25% -  ella í minsta lagi 20.000,- tað kann vera virði ella frívirði av býtisbili, reiður peningur ella líknandi.